Tíðindi úr eysturskúlanum

Eysturskúlin fingið Veðurlagsvirðisløn Føroya Lærarafelags

20/06/2020

Á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelagið í dag, 20.juni, varð Veðurlagsvirðislønin handað og Eysturskúlin vann virðislønina.

Hetta er fyrstu ferð at virðislønin verður handað. Føroya Lærarafelag samstarvar við Betri og FNU um virðislønina, og partarnir ynskja, at føroysk útbúgving í størri mun leggur dent á kunnleikan um veðurlags- og umhvørvisavbjóðingar, so at børn og ung fáa øktan kunnleika og verða meiri tilvitað um hesar avbjóðingar. Læra um burðardygga menning er eitt øki, ið vit sum skúli og samfelag eiga at geva gætur.

Fyri at vinna virðislønina, skuldi vinnarin lúka minst eitt av hesum krøvunum: 

  • Skarað framúr í arbeiðinum við útbúgving í burðardyggari menning.
  • Verið virkin í at økja tilvitanina um, hvussu verðurlagsavbjóðingar kunnu loysast. Loysnirnar kunnu vera staðbundnar og til dømis snúgva seg um orkunýtslu, burturkast, nýtslu, keyp og flutning. 
  • Fingið burðardygga menning við í arbeiðið í skúlanum.

Eysturskúlin vann virðislønina fyri tað megnar arbeiði tey hava lagt í urtagarðin og grøna økið við skúlan. Næstan eingin skúladagur fer framvið, har ikki onkur undirvísing er uttanfyri. 

Tað var ein fegin og errin skúlastjóri, sum saman við Jóhann, lærara, og næmingunum Rannvá og Christinu, tók ímóti virðislønini. Virðislønin er eitt Veðurlagsprógv í rammu, plantur og ein kekkur á 25.000,- kr.

Myndirnar síggjast her: 

http://www.eysturskulin.fo/?p=347

 

 

 

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…