Boðklivi 2. b flokkur

Góðu foreldur

Øll hava fingið eitt kopierað hefti heim við í dag. Tað er til lesiátakið, sum vit byrja í morgin. Hetta lesiátakið er ætlað at økja um lesiferðina. Tað er neyðugt, at onkur vaksin situr við barninum og tekur tíð 3x3 min. og skrivar í heftið (dato og hvussu langt barnið lesur tær 3 ferðirnar, sí dømi á forsíðuni). 
Tað eru ymiskir tekstir í heftunum. Heftini er tillaga soleiðis, at hvørt barnið hevur fingið eitt heftið, sum eg meti er egnað til teirra. Eg havi tillagað heftini eftir lesikanningunum sum vórðu gjørdar í januar.
Um heftið verður liðugt, áðrenn lesatakið er enda, so lesa børnini víðari í lesibókunum, sum eru í lesimappuni.
Lesimappurnar skulu við í skúla hvønn dag, tí tær fara vit at brúka í skúlanum. Heftið við lesiátakinum skal liggja heima. Hetta heftið skal við aftur í skúla mánadagin 22/4-24.
Eru spurningar, so kunnu tit seta tykkum í samband við meg.

Vinarliga Joan

Viðtalur 30. oktobur

Vinarbólkar