Tíðindi úr eysturskúlanum

Vit søkja eftir lærara í Eysturskúlanum

19/02/2024

At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024

Vit sóknast eftir einum lærara vegna sjúkrafarloyvi.

Umsøkjarin má kunna undirvísa í føroyskum, ítrótti, og føroyskum sum annaðmál.

 Søkt verður eftir starvsfólkum, sum: 
- eru samstarvs- og virkisfús,  
- eru fyrikomandi og løtt at koma á tal við  
- eru sinnað at taka á seg tær uppgávur, ábyrgdir og avbjóðingar, sum starvið og tíðin krevur  
- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning.  
- duga væl at samstarva. 

- Hava góðar KT-førleikar á brúkarastøði 

 
Førleikakrøv lærarar 
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving. 
Tann, sum vit leita eftir, má kunna undirvísa í hesum lærugreinum: føroyskum í miðdeild,  ítrótti í miðdeild og føroyskum sum annaðmál.

Eystuskúlin hevur móttøkuflokk fyri ukrainsk børn.


Lønar- og setanartreytir 
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.  
Setanarbrøkurin til tíðaravmarkaða lærarastarvið er uml. 0,7.   

 

Umsóknir  
Umsóknir við CV og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 28/2 2024 kl. 13.00. 

Umsóknir verða sendar til: 
 
eydna.magnussen@skulin.fo

Ella

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 27 
FO 100 Tórshavn  

 

Merkt: umsókn lærari


Nærri fæst at vita um skúlan og starvið á heimasíðu okkara www.eysturskulin.fo og við at venda sær til skúlastjóran, Eyðnu Magnussen tlf. 214755 

Um Eysturskúlan 
Í Eysturskúlanum ganga skúlaárið 2023/24 umleið 580 næmingar í 1.-10.flokki. 
Í skúlanum arbeiða uml. 75 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, skrivari, reingerðarfólk, heilsufrøðingur og húsavørðar. 

Vit leggja vit dent á: 
At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi.

At arbeiða í toymum; floks-, deildar- og faktoymum.
At arbeiða innovativt, og at yvirskriftin til alt okkara virksemi er: Hug at læra. 
At tollyndi og trivnaður er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi.  
At menna og geva sítt íkast til týdningamikla felagsskapin. 

 

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…