Føstulávintsmánadagur
11/02/2024
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum.
Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og lærarar hava eina løtu saman um morgunin at práta um føstulávint og skoða hvør annan, tí nógvir næmingar, og lærarar, koma grýluklødd í skúla.
Kl. 9.00 fara vit upp á gólv í skúlahøllini. Síðani verður ein stuttur steðgur, til vit fara at sláa tunnu. Tað gera vit kl. 10.00. Tá ið kattakongarnir eru krýndir, bjóðar skúlin hálvmána og sunkist.
Frítíðarskúlin heintar næmingarnar í 1. og 2.flokki kl. 12.00.
Týsdagin hava næmingarnir frí.
Gott vikuskifti og vit síggjast mánadagin
Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági.
Tey sleppa…
15/04/2024
Landsroyndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.
Á leinkinum er kunning um landsroyndina:
https://eysturskulin.fo/kunning
h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini.
Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru.
Mynd…