Tíðindi úr eysturskúlanum

Námsfrøðilig stuðulsstørv

07/06/2018

Námsfrøðilig stuðulsstørv í Eysturskúlanum

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðiligum stuðlum í føst størv frá 1. august 2018. Lønarbrotið hjá tí eina námsfrøðiliga stuðlinum er 0,75 og hjá hinum 0,6. 

Starvið sum námsfrøðiligur stuðul er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-20, og frá 1. oktober 2018 í lønarflokki 11-21. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8.

Førleikakrøv

Skúlanum tørvar námsfrøðingar, sum kunnu arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í miðdeild. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.

Søkt verður eftir námsfrøðingum sum:

Hava útbúgving sum námsfrøðingar ella royndir. Um eingir námsfrøðingar søkja, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur.

Duga væl at samstarva og samskifta

Áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan

Dáma avbjóðingar

Seta tollyndi í hásætið

 

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

At arbeiða í einum lærandi felagsskapi

At arbeiða innovativt

Í felagsskapi at menna okkum fakliga og sosialt

At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmæli skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. juni kl. 12.00. Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

Postboks 3178

110 Tórshavn 

Ella í teldubrævi til eys@skulin.fo 

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðdis Eidesgaard á tlf. 214752

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…