Jólini í Eysturskúlanum
Mánakvøldið 18.december spæla næmingarnir í 5.flokki sjónleik í skúlahøllini og 1.flokkur syngur. Framførslan er fyri foreldur og avvarðandi og byrjar kl 19.00
Týsdagin 19.december fara vit í kirkju, frá 1.flokki til Nám X. Øll møta í skúlanum kl. 8.00 og fylgjast oman í Havnar Kirkju. Guðstænastan byrjar kl. 9.00. Næmingarnir hava frí aftaná, men lærararnir fylgja næmingunum í grunddeildini niðan aftur í skúlan.Vanliga plagar frítíðarskúlin at heinta næmingarnar kl. 10.30, men soleiðis verður ikki í ár, uttan so, at verkfallið er avblást. Foreldrini skulu tískil heinta børnini í skúlanum kl. 11.30.
Mikudagin 20.december kl 9.00 verður jólahald fyri næmingunum í 1. til 9.flokk. Tá verður dansað um jólatræið, næmingarnir síggja sjónleik og fáa jólapakkar. Aftaná jólahaldið hava næmingarnir frí.
Kl. 11.00 møta allir NámX-arar í E-lonini. Tónleikabreytin spælir nøkur jólaløg. Klokkan 11.30 fara næmingarnir breytavís við kontaktlærarunum at fáa handað jólametini og pakka við góðgæti.