Vælveru- og umsorganarbreyt

Vælveru- og umsorganarbreyt

Ert tú áhugað/ur at kenna teg betur - í húðrøkt og kropsrøkt, í smyrsli og seta upp hár, í klædnamóta og í lættari rørslu? Ert tú áhugaður í sálarfrøði?

Er tú áhugað/ur í at læra um tað góða lívið sum eldri, hvat hendir tá ein eldist, hvussu samskifti eg við eldri og hvussu hevur tú aktivitetir saman við teimum.

So kemur tú á vælverubreytina.

Endamál:

Vit arbeiða við vakurleika og vælveru. Samstundis sum vit leggja dent á likamligu og kensluligu búningina sum tannáringur. Hesin parturin er 6 tímar um vikuna.

At fáa innlit og royndir í, hvussu tað er at vera saman við eldri fólkum gjøgnum undirvísing og við at koma á dagtilhald/røktarheim, har ymiskir aktivitetir eru saman við búfólkunum. Hesin parturin er 4 tímar um vikuna, harav partur er til undirvísing, framløgur, bólkarbeiði og filmar.

Vit arbeiða við:

Húð- og kropsrøkt, kyn og kenslum, sjálvsfatan, leggja make up - har arbeitt verður at seta hár upp, at geva andlitsmassagu, at finna júst rætta klædnastílin til tín og eisini litlæru.

Læra um at gerast gamal og vitja á røktaheimum/dagtilhaldum, har lívsjáttandi aktivitetir eru saman við búfólkunum.

Ástøði:

  • Sálarfrøði

Á rørsluliga partinum arbeiða vit við:

  • Fitness
  • Mindfullness

Starvsleið:

So gongur tú við einum stylist, kosmetologi, frisøri ella líknandi í búkinum, ella tú ynskir at arbeiða innanfyri heilsufakliga økið sum t.d. sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari, heilsuhjálpari, ergoterapeutur, fysioterapeutur ella køksatstøðingur, so er hetta júst rætta breytin til tín.