Vælkomin í NámX!

Aftur í ár verður NámX í Eysturskúlanum. NámX er skúlaloysnin til tín, ið ynskir at byrja framtíðina væl. Við at savna nógvar næmingarnar á sama staði, kunnu vit bjóða eitt breitt breytaval.

Set skúlaárið saman við tínum breytum og valfakum. Skúlavikan er 28 tímar. Tú velur tvær breytir, eina breyt 1 og eina breyt 2 og harumframt 8 tímar av øðrum lærugreinum.

Vit húsast í nútímans hølum við serstovum til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, landalæru, tónleik, smíð, handarbeiði, evning og skúlakøk. Umframt at vit hava bókasavn, skúlahøll, fimleikahøll, svimjihyl og uttandura leikvøll.

Umsóknarfreistin er týsdagin 2.apríl 2024.

Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at melda teg til NámX, tá umsóknarfreistin er farin, ert tú vælkomin til at venda tær til okkara á 302540 ella 228607.

Hugsað talva við 28 kravdum tímum: