Í ár verður Nám X í Eysturskúlanum. NÁM X er skúlaloysnin til tín, ið ynskir at byrja framtíðina væl. Við at savna nógvar næmingarnar á sama staði, kunnu vit bjóða eitt breitt breytaval. Set skúlaárið saman við tínum breytum og valfakum. Skúlavikan er minst 28 tímar. Tú velur tvær breytir og 8 ella fleiri tímar øðrum lærugreinum.
Vit húsast í nýumvældum hølum við serstovum til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøðu, landalæru, tónleik, smíð, handarbeiði, evning. Umframt at vit hava teldustovu, skúlakøk, bókasavn, skúlahøll, fimleikahøll, svimjihyl og leikvøll.
Umsóknarfreistin til Nám X er mánadagin 15. mars. Í høgra bredda sært tú umsóknartalvuna, sum tú skalt fylla út. Trýst síðani á SØK. Umsóknin verður skrásett í Eysturskúlanum, og tú fært bræv sendandi aftaná at umsóknarfreistin er farin.
Hugsað talva við 28 kravdum tímum:
![]() |
Frá hálvum mars 2011 verður her á heimasíðuni møguligt at søkja um luttøku á NámX skúlaárið 2011/12.
Hava tit fyrispurningar um upptøku áðrenn hetta, ber til at seta seg í samband við skúlan á tlf. 30 25 40 ella á telduposti á eys@skulin.fo.