Reglugerð í sambandi við námsferðir
• Skulu næmingar í framhaldsdeildini at ferðast í skúlatíð, skal ferðin verða í skúlahøpi.
• Er ferðin uttanlands, skal avgerðin takast í felag millum heim og skúla.
• Ferðin skal verða við í ársætlanini fyri flokkin.
• Skrivlig umsókn skal latast leiðsluni við skúlaársbyrjan. Skrá fyri túrin skal fylgja við umsóknini, og fakliga innihaldið skal lýsast og síggjast aftur í ársætlanini.
• Tveir lærarar skulu við flokki uttanlands, helst ein av hvørjum kyni.
• Heim og skúli semjast um fígging.
• Fíggjarligar umstøður skulu ikki forða næmingi at sleppa við.
• Lærari eigur ikki at hava útreiðslur í samband við námsferðir.
• Næmingur, sum ikki fer við, hevur ikki frí.
• Ferðafrásøgn skal latast leiðslu skúlans í seinasta lagi 14 dagar eftir heimkomu.
|