Kalendari

     

     
     
    Onnur viðurskifti:
     
    Amboð
    Hjá næmingum í framhaldsdeildini er sera hent at eiga orðabøkur. Móðurmálsorðabók, danska rættskrivingarorðabók, enska og týska orðabók. Í støddfrøði skal næmingur hava passara, vinkulmátara og roknimaskinu til framhaldsdeild.
     
    Áheitan
    Heitt verður á tey foreldur, sum koyra børn síni í skúla, at seta tey av við gongubreytina skúlans megin, og ikki koyra inn á parkeringsøkið, tí tað er ikki nóg trygt, og tað skapar ferðsluruðuleika.
     
    Ábyrgd
    Hevur næmingur fartelefon, pening ella aðrar lutir við í skúla, tekur skúlin onga ábyrgd av hesum.
     
    Barnablaðið
    Tekning fer fram hjá flokslærara
     
    Bóltspæl
    Alt bóltspæl gongur fyri seg úti
     
    Bøkur
    Næmingar skulu leggja pappír um allar bøkur, teir fáa frá skúlanum. Verður bók burtur, rindar næmingurin sjálvur ta nýggju.
     
    Fartelefonir
    Skulu verða sløktar, meðan undirvísing er. Lærari hevur rætt at taka fartelefonir, sum ikki eru sløktar í tímunum. Tær verða handaðar leiðsluni, sum bert letur tær aftur til foreldur ella onnur avvarðandi.
     
    Frávera
    Flokslærarin hevur heimild at geva næmingi frí tveir dagar, annars skal heimið venda sær skrivliga til skúlan. Um næmingur hevur verið burtur, krevst skrivlig váttan frá foreldrum, tá hann kemur aftur í skúla. Um næmingur ikki fær fylgt undirvísing í eitt nú ítrótti, skal hann hava seðil við heimanífrá.
     
    Gloymdir lutir
    Hanga í glasskápi í gongini
     
    Gloymd klæðir
    Vendið tykkum til reingerðarfólkini
     
    Matarsteðgurin
    Er frá 11.30 – 11.45. Næmingarnir hava matpakka við. Lærari situr hjá næmingunum, meðan etið verður. Allir næmingar floksins skulu sita í floksstovuni í matarsteðginum. Skal næmingur heim at eta í steðginum, krevst skrivligt loyvi heimanífrá.
     
    Royking
    Skúlin er roykfríur