|
Eysturskúlin telist millum stórstu skúlarnar í landinum
Í skúlanum ganga um 450 næmingar í 22 flokkum. Útvið 50 lærarar starvast í skúlanum, umframt skrivstovufólk, heilsurøktarfrøðingur, húsavørðar og reingerðarfólk.
Skúlin hevur nógvar serstovur.
Í sambandi við umfatandi umvælingarnar í skúlanum farnu árini, hava vit nú nýtíðar fakstovur til alisfrøði, evnafrøði, lívfrøði, náttúru og tøkni, teldu, tónleik, smíð, hondarbeiði, køk o.s.fr.
Eisini hava vit fingið nýtt framkomið bókasavn.
Umstøðurnar hjá lærarunum eru eisini munandi betraðar við nýggjari lærarastovu og tveimum vælútgjørdum arbeiðshølum.
Harumframt hevur skúlin stóra samkomuhøll, fimleikahøll og svimjihyl.
Enn restar umvælingin av D-lonini, men vit sanna longu nú, at skúlin hevur karmar, sum munnu vera millum teir allarbestu í landinum, næmingum og undirvísingini at frama.
|