Tíðindi úr eysturskúlanum

Uppmøtingin til uppstillingarfundin

26/10/2016

Uppmøtingin til uppstillingarfundin týsdagin var út av lagi vánalig. Hví so er, vita vit ikki, men vit kunnu sjálvandi gita. Vónandi er tað ikki væntandi áhugi fyri skúlanum hjá tykkara børnum, tí gransking vísir, at tit eru tann faktorurin, sum hevur størst ávirkan, tá tað snýr seg um trivnað og læring hjá tykkara børnum.

Kanska hava fólk so nógv at gera, at tey ikki høvdu stundir at møta til fundin. Kanska hildu fólk, at bert tey, sum ætlaðu sær at stilla upp til skúlastýrisvalið, skuldu møta.

Sum greitt frá á uppstillingarfundinum, so hevur valnevndin gjørt ein valllista við nøvnum á teimum foreldrum, sum vit hava fingið upplýst, tá næmingarnir eru innskrivaðir í skúlan. Tað er tykkara ábyrgd at tryggja tykkum, at tit standa á vallistanum, soleiðis at tit kunnu atkvøða til valið. Ivast tit, so kunnu tit ringja á skrivstovuna at fáa upplýst, um tit eru á listanum. Vallistin verður dagførdur fram til 1. november.

Hvussu er og ikki, so skulu tit velja 3 foreldraumboð í skúlastýrið í Eysturskúlanum. Vit hava fingið ein uppstillingarlista við 3 foreldrum. Er onkur, sum hevur áhuga og árræði at stilla upp, so er framvegis møguleiki. Tit skulu bert venda tykkum til skrivstovu skúlans, so fáa tit ein valevnislista.

Kunngerðin um at velja foreldraumboð í skúlastýrið sigur um valevnislistar:

Valevnislisti

§ 8. Atkvøðugreiðslan fer fram sambært einum valevnislista, har ávísir persónar eru skotnir upp sum valevni.

Stk. 2. Uppskot um valevni skulu vera valnevndarformanninum í hendi í seinasta lagi kl. 18.00 sjey dagar undan valdegnum.

Stk. 3. Á hvørjum uppstillingarlista kunnu vera í mesta lagi dupult so nógv valevni, sum skulu veljast.

Stk. 4. Á uppstillingarlistunum skulu í minsta lagi vera eins nógvir stillarar, sum talið á uppstillaðum valevnum. Ein stillari skal vera tilskilaður á listanum sum ábyrgdarhavandi.

Stk. 5. Eingin kann vera stillari á meira enn einum uppstillingarlista og heldur ikki stillari á einum uppstillingarlista, sum viðkomandi sjálvur er uppstillaður á.

Stk. 6. Ábyrgdarhavandi stillari sbrt. stk. 4 skal geva teimum uppstillaðu valevnunum á listanum boð um, at tey eru á listanum.

Stk. 7. Heldur valnevndin, at uppstillingarlisti, ið er latin inn rættstundis, er so ófullfíggjaður, at neyðugt er at gera hann ógildugan, skal nevndin beinanvegin boða ábyrgdarhavandi stillara frá hesum og geva viðkomandi høvi til innan 24 tímar at rætta listan.

 

Seinastu tíðindi
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…