Tíðindi úr eysturskúlanum

Jólini í Eysturskúlanum

11/12/2020

Jólini í Eysturskúlanum  

Jólini stunda til, og tað gleðast vit um. Eisini í skúlanum er jólareikan, framførslur, jólaguðstænasta og jólahugni á skrá. 


Orsaka av tilmælunum viðvíkjandi, hvussu vit bera okkum so skynsamt at, sum gjørligt, so er jólareikanin øðrvísi enn vanligt er, men vit gera sjálvandi alt fyri, at vit hava tað hugnaligt og stuttligt.  


Skráin er henda: 

Mikukvøldið, 16.des. kl. 17.00       

1.flokkur er á palli í skúlahøllini. Tey framføra fyri foreldrum og/ella avvarðandi. Hvør næmingur kann bjóða tveimum úr húskinum til framførsluna.  


Mikukvøldið, 16.des.  kl. 19.00      

5.flokkur er á palli. Tey spæla sjónleik fyri foreldrum og/ella avvarðandi. Hvør næmingur kann bjóða tveimum úr húskinum til framførsluna.  


Framførslan er tískil ikki almenn í ár  

 

Vit heita á tykkum at minnast til, at hevur onkur í húskinum verið uttanlands, so eiga tey ikki at møta, uttan so at tey eru testað negativ 6.dag.!!! 

 

Jólahaldið og kirkjugongdin 

 

Hósdagin, 17.desember.      


Vit hava jólahald í skúlanum!!  

Vit býta skúlan í fýra deildir 

             

Grunddeildin møtir kl. 8.30. Vit eru saman um jólatræið, onkur lesur søgu, og so fara tey inn í høllina at hyggja at leikinum hjá 5. flokki og 1.flokkur syngur. Skúlin bjóðar mandarinir og Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. og 2. flokki kl. 11.00. 3.flokkur hevur frí kl. 11.30. 

Miðdeildin møtir kl. 9.45. Vit eru saman um jólatræið, onkur lesur søgu, og so fara tey inn í høllina at hyggja at leikinum hjá 5.flokki. Næmingarnir fara aftur flokshølini saman við flokslærara/flokstoymi, har tey hava eina hugnaløtu. Skúlin býðir mandarinir og piparnøtur. Næmingarnir hava frí kl. 12.00 


Hádeildin møtir kl. 11.00. Vit eru saman um jólatræið. Flokslærari/flokstoymi skipar fyri hugnaløtu í sínum flokki. Skúlin býðir mandarinir, piparnøtur. Næmingarnir hava frí kl. 13.00 

NámX møtir kl. 12.00. Nám X hevur jólahugna (breyt2). kl. 13.00 fáa tey jólapakka frá skúlanum, eina bók og ummælisblað (breyt 1). Skúlin keypir mandarinir og piparnøtur. Næmingarnir í NámX fara jólafrí. Tey møta ikki fríggjadagin. 

 

Fríggjadagin 18.desember  

Jólaguðstænastunar

Skipað verður fyri tveimum jólaguðstænastum í ár.   


1.-6.flokkur møta í skúlanum kl. 8.00. Gingið verður oman í Havnar kirkju. Guðstænastan er kl. 9.00.  

Øll fara niðanaftur í skúlan, har tey fáa jólapakka frá skúlanum og eina bók. Frítíðarskúlin heintar børnini í 1. og 2.flokki kl. 11.00. Øll hini fara í jólafrí.  


7.- 9.flokkur møta í skúlanum kl.9.00. Gingið verður oman í Havnar kirkju. Guðstænastan er kl. 10.00.  

Øll fara niðanaftur í skúlan, har tey fáa jólapakka frá skúlanum, eina bók og ummælisblað. Síðani fara tey í jólafrí.  

 

Jólaskráin er sjálvandi við fyrivarni, um onnur boð og tilmæli koma frá skúla- og heilsumyndugleikunum. 

 

 

 

Seinastu tíðindi
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
16/11/2023
Jóla­royndir­nar Nám X
Jólaroyndirnar hjá Nám X byrja týsdagin 21.november. Royndirnar eru í skúlahøllini og í E-lonini og næmingarnir møta minst 15 min…
15/11/2023
Vit søkja eftir lærara
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv, frá 27. november til og við 21. juni 2024. Talan er um starvsbrøk uml. 0,8…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024