Tíðindi úr eysturskúlanum

Teldupostur sendur foreldrunum í Nám X

29/11/2020

Góðu foreldur/avvarðandi

Seinnapartin eru teldupostar sendir tykkum, har kunning er um koronastøðuna í Nám X. Eisini er viðfest skjal, har tíðarætlanin yvir jólaroyndina er við. Um tað er onkur, sum ikki hevur fingið teldupostin, er teksturin niðan fyri her. Aðra staðni á heimasíðuni er tíðarætlanin løgd út, og niðast í hesum uppslagnum er vegleiðing, hvussu næmingarnir rita seg inn til royndina.

GG! Næmingarnir skulu halda seg heima til næstu testina og ikki ganga úti og reika, um tað ikki er neyðugt; hugsa um frástøðu og reinføri.

Góðu foreldur og næmingar í NámX


Í samband við skrivið, sum varð sent næmingum og foreldrum í NámX í gjár, 28.november, frá landslæknanum, hevur Eysturskúlin  nú verið í samband við Koronavegleiðingina (Pál Weihe) um, hvussu vit bera okkum skilabest at í komandi viku fyri at verja okkum fyri møguligari smittuspjaðing. 


Niðurstøðan er henda:


Allir næmingar í NámX vera heima við hús til í fyrsta lagi til og við hósdagin 3.desember; t.v.s. teir eru heima í morgin og fyrireika seg til royndirnar, sum byrja týsdagin. 


Allir næmingar skulu testast. Teir næmingar, sum ikki hava testað seg í gjár, vera bidnir um at gera tað í morgin. Allir næmingarnir í NámX skulu testa seg aftur 2.desember og fáa svar 3.desember


Jólaroyndin hjá NámX verður sum ætlað. Royndin er talgild, so næmingarnir eru til roynd heimanífrá. Sí royndaryvirlit, sum er viðkrøkt teldupostin og vegleiðing um atgongd til royndirnar. 


Fríggjadagin 4.desember, møta næmingarnir, sum hava støddfrøði, til roynd í Eysturskúlanum, um smittan ikki hevur breitt seg. Hetta frætta tit nærri um, um so er. 


Teir næmingar, sum landslæknin hevur ringt til, og sum eru í sóttarhaldi alla vikuna, møta ikki, men fara til roynd í støddfrøði á netinum. 
 

Blíðar heilsanir 


Bjarni Djurholm, varaskúlastjóri

 


Eyðna Magnussen, skúlastjóri

Eysturskúlin 


tlf. 214755 | eydna.magnussen@skulin.fo  

tlf.302540 | www.eysturskulin.fo | 

Tit finna royndina soleiðis: rita inn roynd.skulin.fo

Tit rita inn við office brúkaranum.

Um brúkari/loynital ikki virkar, ringið so á skrivstovuna, so hjálpa vit tykkum. 

 

 

Seinastu tíðindi
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
16/11/2023
Jóla­royndir­nar Nám X
Jólaroyndirnar hjá Nám X byrja týsdagin 21.november. Royndirnar eru í skúlahøllini og í E-lonini og næmingarnir møta minst 15 min…
15/11/2023
Vit søkja eftir lærara
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv, frá 27. november til og við 21. juni 2024. Talan er um starvsbrøk uml. 0,8…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024