Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

13/11/2020

Vinnarar rennidagin 2020

Rennidagurin var seinasti dagin fyri heystfrítíðina og vinnararnir vóru funnir sama dag, men steypini vóru ikki handaði. Tað eru trý ferðasteyp og tí skuldu tey hava nýggja plátu á hvørt ár. 

Hesa vikuna hevur skúlastjórin verið í vinnandi flokkunum við steypunum og frøin var stór. Í tí eina flokkinum slapp stjórin við á myndina. Flokkarnir sum runnu longst í meðal vóru:

Grunddeildin: 1.flokkur

Miðdeildin: 6.b

Hádeildin: 7.a

Steypini hava tey í flokkunum til næsta rennidag.

Myndir av eru á leinkinum niðanfyri: 

http://www.eysturskulin.fo/?p=391