Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

06/11/2020

Vit vunnu filmskappingina!

Teir fýra Dánjal, Tóki, Martin og Petur úr miðlar í Nám X, vunnu filmskappingina á Vísindavøkuni.

Treytin var, at filmurin skuldi lýsa ein koronadag hjá ungdómi, og at filmurin skuldi takast upp við telefon.

Teir fýra vunnu 5000,- og heiðurin sum besti filmur á ársins Vísindavøku hjá Granskingarráðnum 2020.

Hátíðarløtan varð hildin í stásilgu Kongshøll í Sjóvinnuhúsininum seinnapartin í dag.

Myndir eru á myndasavninum:

http://www.eysturskulin.fo/?p=391