Tíðindi úr eysturskúlanum

Lærarastarv í Eysturskúlanum

21/10/2020

Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja 19.november 2020.


Førleikakrøv:
Skúlanum tørvar lærara, sum skal undirvísa í grunddeild í lærugreinunum, føroyskt, danskt og heimstaðarlæru, miðdeild í heimkunnleika og at undirvísa í NámX á Kost- og heilsubreytini. Tað kann vera ein fyrimunur at hava útbúgving sum Skúlavegleiðari; tó ikki ein treyt. Hevur tú førleikar at undirvísa í onkrum, men ikki øllum, ert tú eisini væl komin at søkja.

Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 –29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.


Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:
• At arbeiða eftir virðisgrundarlagi og visión skúlans
• At arbeiða í einum lærandi felagsskapi
• At tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
• Í felagsskapinum at menna seg fakliga og sosialt
• At sýna jaliga hugburð mótvegis næmingunum
• At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi


Søkt verður eftir lærara sum:

Hevur útbúgving sum fólkaskúlalærari

Dugir væl at samstarva og samskifta

Áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan 

Dámar avbjóðingar

Hevur góðar KT førleikar

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 4.november 2020, kl. 12.00.


Umsóknir verða sendar til:


Eysturskúlin
Tórgarðsgøta 27
100 Tórshavn


Ella í teldubrævi til: eydna.magnussen@skulin.fo


Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðnu Magnussen á tlf. 214755.

Seinastu tíðindi
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…