Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

07/10/2020

Starv sum reingerðarfólk í Eysturskúlanum

Tórshavnar Kommuna søkir eftir reingerðarfólki at vaska í Eysturskúlanum. Starvið er avloysarastarv vegna barnsburðarfarloyvi. Starvið eru tímalønt. Søkt verður eftir einum fólki at seta skjótast møguligt og til í fyrsta lagi 26.mars 2021.

 

Størvini umfata dagliga reingerð av skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið.

 

Vit sóknast eftir reingerðarfólki við áræði, framfýsni og dirvi at náa settum málum. Tað er ein fyrimunur at vera opin og duga at samstarva við børn og ung.

 

Starvið er 5 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna; tilsamans 25 tímar um vikuna.

 

Vaskað verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla.

 

Í Eysturskúlanum arbeiða uml. 60 starvsfólk, lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, reingerðarfólk og húsavørðar. Í skúlanum ganga uml. 500 næmingar.

 

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Umsóknir skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 21.oktober 2020 kl. 12.00 og verða sendar til:

Tórshavnar Kommunu

Snarskivan

100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til torshavn@torshavn.fo

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Signhild Festirstein á tlf. 229122