Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

28/09/2020

Foreldrafundir í Nám X

Foreldrafundirnir fyri Nám X eru í kvøld, mánakvøldið 28.september, klokkan 19-20 í skúlahøllini og týskvøldið 29. september, eisini í skúlahøllini. 

Í kvøld møta foreldrini hjá næmingunum sum hava ítróttarbreytina og kostbreytina. 

Týskvøldið møta foreldrini hjá næmingunum, sum hava sniðbreytina, sjóvinnubreytina, handverksbreytina og tónleikabreytina. 

Skráin fyri fundirnar eru í teldupostinum, sum varð sendur foreldrunum í farnu viku.