Tíðindi úr eysturskúlanum

Vit søkja eftir lærara og námsfrøðingi til serflokk

04/08/2020

Eysturskúlin søkir eftir lærara og námsfrøðingi til serflokk í Eysturskúlanum 

Okkum tørvar:

Ein lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21. Starvið er 13 tímar og hevur setanarbrøkin 0,5 

Einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2020/21. Starvið er 20 tímar og hevur setarnarbrøkin 0,5. 

Námsfrøðingurin fer umframt skúlatilboðið at hava tilknýti við frítíðarskúlatilboðini. 

Frágreiðing um serflokkin

Serflokkurin – eindin í Hoydølum, er partur av 1. og 2.flokki í Eysturskúlanum og er eitt samstarv millum Sernám, Tórshavnar Kommunu og Eysturskúlan. Serflokkurin er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður undirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul til næmingar í innskúling, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligum skúlaflokki í skúlanum. 

Seks næmingar fara at ganga í serflokkinum komandi skúlaár. Tveir næmingar í 2.flokki og fýra næmingar í 1. flokki. Fyribils er flokkurin staðsettur í Hoydølum, men flokkurin flytir eftir ætlan inn í Eysturskúlan seinni í hesum skúlaárinum. 

Førleikakrøv

Søkt verður eftir lærara og námsfrøðingi, sum hava útbúgving. 

Okkum tørvar starvsfólk sum:

· eru fyrikomandi og jalig

· hava eitt breitt menniskjasýni

· hava áræði at taka ábyrgd

· duga væl at samstarva í toymum

· dáma avbjóðingar og duga at hugsa kreativt og øðrvísi 

 

Lønar- og setanartreytir

Setanarøkið er Eysturskúlin. Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasettur frammanundan. 

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1-29.2.

Starvið sum námsfrøðingur er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. 

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

· At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

· At visión og virðisgrundarlag skúlans er grundleggjandi fyri alt virksemi, ið fer fram

· At arbeiða innovativt

· Í felagsskapinum at menna okkum fakliga og sosialt

· At tollyndi er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

Umsóknir

Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. august kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til eydna.magnussen@skulin.fo

 

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Eyðnu Magnussen, skúlastjóra á tlf. 214755

Eysturskúlin er fevnir um 1. - 9. flokk og NámX.

Í skúlanum starvast tilsamans uml. 60 starvsfólk. Komandi skúlaár fara gott 500 næmingar at ganga í Eysturskúlanum.

Seinastu tíðindi
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…