Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

01/08/2020

Avloysarar til reingerð í skúlanum

Tórshavnar Kommuna søkir eftir tveimum reingerðarfólkum at vaska í Eysturskúlanum. Størvini eru avloysarastørv vegna barnsburðarfarloyvi. Størvini eru tímalønt. Søkt verður eftir tveimum fólkum at seta – annað 17.august og annað 1.september 2020.

 

Størvini umfata dagliga reingerð av skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið.

 

Vit sóknast eftir reingerðarfólkum við áræði, framfýsni og dirvi at náa settum málum. Tað er ein fyrimunur at vera opin og duga at samstarva við børn og ung.

 

Annað starvið er 7 tímar um dagin; 5 dagar um vikuna; tilsamans 35 tímar um vikuna.

 

Annað starvið er 5 tímar um dagin, 5 dagar um vikuna; tilsamans 25 tímar um vikuna.

 

Vaskað verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla.

 

Í Eysturskúlanum arbeiða uml. 60 starvsfólk, lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, reingerðarfólk og húsavørðar. Í skúlanum ganga uml. 500 næmingar.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Umsóknir skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 12.august 2020 kl. 12.00 og verða sendar til:

Tórshavnar Kommunu

Snarskivan

100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til torshavn@torshavn.fo

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Signhild Festirstein á tlf. 229122