Tíðindi úr eysturskúlanum

Vit søkja eftir lærara og námsfrøðingi

13/05/2020

Størv í Eysturskúlanum skúlaárið 2020/2021

Hesi størv eru leys at seta í Eysturskúlanum frá august 2020:

· Ein lærari fyri lærara í barnsburðarfarloyvi fyri tíðarskeiðið, 18.august 2020 til 17.juni 2021.

Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. september 2020.

· Einum námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv frá 1.august 2020 til 31.juli 2021.

Søkt verður eftir lærara, sum:

· Er útbúgin lærari

· Dugir at samstarva

· Er fyrikomandi

· Hevur hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini

· Hevur árræði til at taka ábyrgd

· Áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan

 

Skúlanum tørvar lærara, sum kann undirvísa í innskúling, miðdeild, hádeild og NámX við linjulærugreinunum danskt, náttúru og tøkni, støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði, landafrøði, ítrótt og handverk og list.

Viðkomandi skal eisini hava hug og hegni at undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.

Vit ynskja at seta lærarar, sum duga væl at samvirka og samstarva í toymi, eru væl fyri á KT-økinum, eru fakliga væl grundaðir og hava góðar relatiónsførleikar.

Lønar- og setanartreytir:

Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv. Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verður sett sum tíðaravmarkað sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

 

Eysturskúlin søkir eftir námsfrøðingi skúlaárið 2020/2021

Vit vænta, at tú:

· Ert útbúgin námsfrøðingur

· Dugir at samstarva

· Hevur hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir

· Saman við lærarum skipar skúladagin hjá næmingum, ið hava serliga avbjóðingar

· Er fyrikomandi

· Dugir væl at samvirka og samstarva í toymi, er væl fyri á KT-økinum, er fakliga væl grundaður og hevur góðar relatiónsførleikar

Talan er um tíðaravmarkað starv í eitt skúlaár við setanarbroti 0,7 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

· At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

· At visión og virðisgrundarlag skúlans er grundleggjandi fyri alt virksemi, ið fer fram

· At arbeiða innovativt

· Í felagsskapinum at menna okkum fakliga og sosialt

· At tollyndi er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 27.mai 2020 kl. 12.00. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til: eydna.magnussen@skulin.fo ella sendast til:

Eysturskúlin

Att: Eyðna Magnussen

Tórgarðsgøta 17

100 Tórshavn

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðnu Magnussen á tlf. 214755

Komandi skúlaár ganga 502 næmingar í 1.-10.flokki í Eysturskúlanum. 47 lærarar og 2 námsfrøðingar arbeiða í skúlanum

 

 

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…