Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

08/05/2020

Vælkomin aftur í skúla, 5.flokkur

Góðu næmingar, foreldur og onnur avvarandi

Nú er klárt at taka ímóti tykkum í 5. flokki.

Mánadagin 11. mai skulu tit møta klokkan 8.30. Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur.

Skúlagarðurin og Eystuvøllur hevur verið so sera tómligur seinastu tíðina, og nú eisini tit í 4. flokki koma í skúla, byrjar skúlin spakuliga at líkjast einum skúla aftur.

Skúlin hevur sent tykkum foreldrum eitt kunningarskriv. 

Løgmaður hevur annars boðað frá, at umframt 5. flokk, so byrja 9. flokkarnir aftur 18. mai.

Gott vikuskifti