Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Eyðna Magnussen

12/03/2020

Kunning

Góðu starvsfólk og foreldur

Í kunningarskrivi sent leiðsluni í skúlanum í dag, hósdag, kl.15.00 stendur:

Boðað verður frá, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16.mars 2020.

Undantiknir kunnu vera næmingar, hvørs foreldur eru partar av tilbúgvingini, og sum ikki hava aðrar møguleikar fyri ansing. Hesi skulu frá mánadegnum ringja til skúlastjóran tlf. 214755, sum samskipar tilboð og hartil starvsfólkatal.

Tvær telefonir eru opnar, um starvsfólk og foreldur hava tørv á at ringja til skúlan við spurningum um eitthvørt.

Heilsufrøðingur skúlans hevur tlf. 562358. 

Skúlastjórin hevur tlf. 214755.