Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

19/12/2019

Kirkjugongd

Sum siður er, fara næmingar og lærarar í kirkju næstseinasta skúladag, áðrenn farið verður í jólafrí. Og soleiðis var eisini í ár. 

Farið var til gongu stutt aftaná kl. 8, ein riðil av næmingum og lærarum. Guðstænastan var kl. 9 og Ann Dahl Hansen var prestur. Hendan løtan í kirkjuni er altíð hugnalig, og í ár var hon serstøk, tí organisturin er næmingur í skúlanum. Dugnaligur er hann, og saman við honum spældi annar næmingur á violin, eisini so sera dugnalig. 

Aftaná guðstænastuna fingu næmingarnir frí og skulu møta aftur í morgin til jólahald. 

Myndir eru í myndasavninum:

http://www.eysturskulin.fo/?p=347