Aftur í ár hava vit eina skrivikapping til jóla og hesa ferð eita "Kærleiksjól"
6 vinnarasøgur verða funnar - 2 í hvørjari deild:
1.-3.flokk - 4.-6.flokk - 7.-9.flokk
Í longd skulu søgurnar vera:
-innskúling 100-200 orð - miðdeild 300-500 orð - hádeild 600-800 orð
Gerið tekningar til søguna ella finnið hóskandi myndir á netinum at prýða søguna við.
Vinnararnir fáa eitt gávukort í part.
Søgurnar skulu latast inn í seinasta lagi fríggjadagin 6.desember.
Næmingarnir skriva søgunar sjálvir - flokslærararnir taka ímóti søgunum.