Tíðindi úr eysturskúlanum

Listabreytin í fjølmiðlunum

28/10/2019

Listabreytin á Nám X:

Fleiri næmingar blomstra

- Hvørt ár haldi eg meg síggja minst tveir-tríggjar næmingar, sum veruliga skara framúr, og sum eg vænti at síggja á føroyska listapallinum um nøkur fá ár – kanska enntá sum yrkislistafólk, sigur Henny Dánialsdóttir, sum undirvísir á Listabreytini hjá Nám X 

Fleiri halda, at føroyskir fólkaskúlanæmingar fáa ov lítla undirvísing í listarligum arbeiði í 1. - 9. flokk. Men í 10. flokstilboðnum í Havn, sum eitur Nám X, verður brotið upp við hetta. Har hava næmingar møguleika at tekna seg á sokallaðu Listabreytina, sum merkir, at mann hevur list sum lærugrein tveir dagar um vikuna, ið svarar til 10 tímar.

Men hvussu riggar hetta, og hvat gera teir ungu næmingarnir á Listabreytini? Vit hava fregnast og spurt Henny Dánialsdóttir, listalærara, hvussu hon upplivir gerandisdagin og menningina hjá sínum næmingum á Listabreytini. Stórur áhugi fyri listini Hon sigur, at næmingarnir eru sera áhugaðir í at læra um list og at gera list frá fyrsta degi, teir koma á Listabreytina.

- Tey eru sera spent at koma í gongd. Fyri tey flestu er tað galdandi, at tey ikki fyrr hava fingið tíð og umstøður til djúphugsni í lærugreinini. Tað er jú stórur munur á at sleppa at hava evning í tveir tímar av og á, og so at vera á listabreytini í samfullar tíggju tímar um vikuna eitt heilt skúlaár, sigur Henny Dánialsdóttir.

- Vit hava tíð til at fara víða um innan ymisku listagreinarnar, og eg síggi fleiri næmingar blomstra gjøgnum árið. Av tí at næmingarnir eru meira búnir í Nám X, fáa teir eina breiðari og djúpari fatan av listini og ikki minst listafólkunum, sigur hon.

Listin tryggjar grundleggjandi førleikar

At list verður raðfest í føroyska fólkaskúlanum hevur alstóran týdning, meinar Henný Dánialsdóttir.

- Allar kanningar vísa, at list, ella kreativa fakøkið sum heild, er við til at styrkja um innlæringina hjá næmingunum. Tú lærir ikki bara at tekna; tú lærir at tulka, fata og greiða frá. Tú lærir at seta orð á tínar tankar, kenslur, huglag og meiningar. Tú lærir at hugsavna teg og hugsa skynsamt. Hetta eru grundleggjandi førleikar, sum mynda heila menniskjað, sigur hon.

- Í kreativu læringstilgongdini lærir tú eisini at loysa trupulleikar, leggja eina ætlan, og harvið gert tú nýggj tankamynstur í heilanum, sum styrkja innlæringina í teimum bókligu lærugreininum. Um vit hugsa um, hvussu nógvar tímar børn í dag brúka frammanfyri skíggjanum, so eru tað júst hesir førleikar, vit áttu at ment, sigur Henny Dánialsdóttir.

- Øll børn hava tørv á at eydnast

Í sambandi við týdningin av listini vísir Henny Dánialsdóttir á tað, sum hevur størstan týdning, nevniliga at ”Fólkaskúlin er fyri øll”.

- Men hóast hetta, so sita fleiri næmingar í tíggju ár á skúlabonki og kenna á sær, at tey ikki eru nóg góð, tí tey ikki eru bókliga sterk. Øll duga okkurt; vit skula bara finna útav, hvat tað er. Øll børn hava tørv á at eydnast. Um tað er í støddfrøði ella evning, tað eigur at vera líkamikið, sigur hon.

Henny Dánialsdóttir ivast ikki í, at list í fólkaskúlanum kann vera við til at eggja næmingum at royna seg sum yrkislistafólk í framtíðini.

- Næmingar, sum ikki eru so sterkir bókliga, kunnu veruliga finna - og síggja - sínar styrkir í einari ikki-bókligari lærugrein, sum listabreytin jú er. Hvørt ár haldi eg meg síggja minst tveir-tríggjar næmingar, sum veruliga skara framúr, og sum eg vænti at síggja á føroyska listapallinum um nøkur fá ár – kanska enntá sum yrkislistafólk, sigur Henny Dánialsdóttir.

Lisin skal virðast

Nógv verður gjørt burturúr listarligum arbeiði í Eysturskúlanum, har Henny Dánialsdóttir undirvísir, tí hetta er ein so mikið stórur skúli. Men hon heldur, at listin eigur at verða hægri raðfest á smærri skúlunum.

- Eg haldi, at okkurt eigur at verða gjørt, soleiðis at smærru skúlarnir eisini fáa møguleika til at bjóða sínum næmingum góðar umstøður til kreativu fakini, tí eitt er at raðfesta, eitt annað er at virða, sigur hon og greiðir víðari frá.

- Tað nyttar ikki bara at játta nakrar tímar á einum rokniarki og so vænta, at fakið mennist av sær sjálvum. Tað er eisini umráðandi, at lærarar við røttum fakligum førleikum verða settir at undirvísa í list, eins og teir verða tað í føroyskum og støddfrøði.

Myndir eru her: 

http://www.eysturskulin.fo/?p=347

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…