Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

10/09/2019

Námsfrøðingur í Eysturskúlan

Námsfrøðiligt stuðulsstarv í Eysturskúlanum

Ert tú námsfrøðingur og brennir fyri, at øll skulu hava møguleika at ganga í fólkaskúla? Ert tú ein, sum dugir at eggja næmingum, ið hava tørv á einum eyka vaksnum í sínum skúladegi?

So er hetta heilt sikkurt nakað fyri teg!

Eysturskúlin søkir eftir einum námsfrøðingi at byrja mánadagin 23. september ella skjótast møguligt eftir tað. Lønarbrotið er 0,7.

Starvið sum námsfrøðiligur stuðul er lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Um skúlan

Í Eysturskúlanum ganga omanfyri 500 næmingar í 1. – 10. flokki (NámX)

Starvsfólkahópur skúlans, ið eru lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, heilsufrøðingar, reingerðarfólk, húsavørðir o.o., fevnir um gott 60 starvsfólk.

Virðisgrundarlag skúlans byggir á fakliga styrki, tollyndi og hugin at læra

Skúlin slóðar fyri og tekur lut í ymsum undirvísingarligum átøkum og verkætlanum, eitt nú við at hava íverksetan á tímatalvuni.

Innan serøkið fevnir skúlin um serflokk og eina væl virkandi førleikastovu.

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

At arbeiða í einum lærandi felagsskapi

At arbeiða innovativt

Í felagsskapi at menna okkum fakliga og sosialt

At tollyndi skal verða grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

Førleikakrøv

Skúlanum tørvar námsfrøðing, sum kann arbeiða við næmingum við serligum avbjóðingum. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar serliga í grunddeild men eisini í miðdeild. Arbeitt verður inni í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.

Søkt verður eftir námsfrøðingi sum:

Hevur útbúgving sum námsfrøðingur ella royndir. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.

Royndir innan serøkið er ein fyrimunur.

 

Førleikar, ið vit leggja stóran dent á:

Duga væl at samstarva og samskifta

Áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan

Dáma avbjóðingar

Seta tollyndi í hásætið 

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Eyðnu Magnussen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi sunnudagin 22. september 2019. Umsóknin verður stílað til eydna.magnussen@skulin.fo ; frámerkt "Starv, námsfrøðingur"

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðnu Magnussen, skúlastjóra tlf. 214755 ella Hedevig S. Dalsgaard, varaskúlastjóra við ábyrgd av serøkinum, á tlf. 213699