Tíðindi úr eysturskúlanum

Starv sum varaskúlastjóri í Eysturskúlanum, setanarbrot 0,5.

02/07/2019

Eysturskúlin søkir eftir varaskúlastjóra, hálva tíð, vegna niðursetta tíð av sjúkuávum. Starvið er tíðaravmarkað starv frá 1.august 2019 – 31.juli 2020.

Í Eysturskúlanum ganga 523 næmingar í 1. – 10. flokki. Skúlin er skipaður í 4 deildir, grunddeild, miðdeild, hádeild og Nám X. Í Nám X ganga allir næmingar í 10. árgangi í Tórshavnar Kommunu. Í Eysturskúlanum eru uml. 60 starvsfólk, ið eru lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, heilsufrøðingur, reingerðarfólk og húsavørðar.

Virðisgrundarlag, visión og missión skúlans byggir á tolsemi, virðing, hug at læra, og at Eysturskúlin er eitt stað, har øll trívast og mennast fakliga, sosialt og námsfrøðiliga. Skúlin leggur dent á næmingalagaða undirvísing og toymissamstarv.

Skúlin er skipaður sum PLF-toymi (professionellur lærandi felagsskapur), sum snýr seg um at skipa arbeiðið soleiðis, at allir næmingar fáa tað besta burturúr. PLF-toymini, sum eru samstarvandi faktoymi, kanna, ráðleggja og eftirmeta lærutilgongdir, meðan leiðslan skapar karmarnar, fasiliterar og tekur lut í reflekterandi samrøðum.

Í Eysturskúlanum leggja vit eisini stóran dent á at arbeiða við íverksetan.

 

Um starvið

Talan er um eitt starv við nógvum skiftandi avbjóðingum, har tú saman við leiðslutoymi skúlans myndar skúlan, hevur námsfrøðiliga leiðslu og ábyrgd av virksemi skúlans annars.

Arbeiðsuppgávur hjá leiðslutoyminum eru m.a.:

· at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd

· at fremja eina kveikjandi og mennandi starvsfólkaleiðslu

· at virka fyri trivnaði og felagsskapsanda í skúlanum

· at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

· at røkja fyrisitingarligar uppgávur

 

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og antin hava ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur:

• góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl

• vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

• áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

• góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum og góðan KT-førleika

 

Setanarøkið er undir Undirvísingarstýrinum og staðsett í Eysturskúlanum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 (50%) sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin kr. 20.614,86 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1.august 2019. Starvið er sáttmálasett,

Seinastu tíðindi
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…