Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

07/06/2019

Vit søkja eftir lærarum

Lærarastørv í Eysturskúlanum skúlaárið 2019/2020 

Hesi størv eru leys at seta í Eysturskúlanum frá 1. august 2019:

4 lærarar í sáttmálasett starv frá 1. august 2019

2 lærarar í sáttmálasett tíðaravmarkað starv frá 1. august 2018 til 31. juli 2019 vegna farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.

Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ásett eftir 1. september 2019.

1 lærara í tíðaravmarkað starv við setanarbrøki 0,5 fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 19. august til 1.desember 2019. 

Førleikakrøv:

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving.

Skúlanum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa í innskúling, miðdeild, hádeild og NámX við linjulærugreinunum danskt, enskt, støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði, søgu, ítrótt og handverk og list.

Viðkomandi skulu eisini hava hug og hegni at undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.

Vit ynskja at seta lærarar, sum duga væl at samvirka og samstarva í toymi, eru væl fyri á KT-økinum, eru fakliga væl grundaðir og hava góðar relatiónsførleikar. 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Í Eysturskúlanum leggja vit dent á:

At arbeiða í einum professionellum lærandi felagsskapi, PLF toymum

At arbeiða innovativt

Í felagsskapi at menna okkum fakliga og sosialt

At tollyndi er grundleggjandi fyri alt okkara virksemi

 

Søkt verður eftir lærarum sum:

Hava læraraútbúgving

Duga væl at samstarva og samskifta

Áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan

Dáma avbjóðingar

Seta tollyndi í hásætið

 

Umsóknir:

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi 21.juni 2019 kl. 15.00.

Umsóknir verða sendar til:

Eysturskúlin

Tórgarðsgøta 17

100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til eydna.magnussen@skulin.fo

 

 

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við skúlastjóran, Eyðnu Magnussen á tlf. 302540