Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

27/02/2019

Vit søkja eftir varaskúlastjóra

Eysturskúlin søkir eftir varaskúlastjóra at byrja 1. apríl 2019 ella so skjótt tilber.

Í Eysturskúlanum ganga 492 næmingar í 1. – 10. flokki. Skúlin er skipaður í 4 deildir, grunddeild, miðdeild, hádeild og Nám X. Í Nám X ganga allir næmingar í 10. árgangi í Tórshavnar Kommunu. Í Eysturskúlanum eru uml. 60 starvsfólk, ið eru lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, heilsufrøðingur, reingerðarfólk og húsavørðar. 

Virðisgrundarlag, visión og missión skúlans byggir á tolsemi, virðing, hug at læra, og at Eysturskúlin er eitt stað, har øll trívast og mennast fakliga, sosialt og námsfrøðiliga. Skúlin leggur dent á næmingalagaða undirvísing og toymissamstarv. Skúlin er skipaður sum PLF-toymi (professionellur lærandi felagsskapur), sum snýr seg um at skipa arbeiðið soleiðis, at allir næmingar fáa tað besta burturúr. PLF-toymini, sum eru samstarvandi faktoymi, kanna, ráðleggja og eftirmeta lærutilgongdir, meðan leiðslan skapar karmarnar, fasiliterar og tekur lut í reflekterandi samrøðum.

Í Eysturskúlanum leggja vit eisini stóran dent á at arbeiða við íverksetan.

 Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum skiftandi avbjóðingum, har tú saman við leiðslutoymi skúlans myndar skúlan, hevur námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.

Arbeiðsuppgávur hjá leiðslutoyminum eru m.a.:

* at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og dygd

* at fremja eina kveikjandi og mennandi starvsfólkaleiðslu

* at virka fyri trivnaði og felagsskapsanda í skúlanum

* at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd

* at røkja fyrisitingarligar uppgávur

 Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Tað kann vera fyrimunur at hava viðkomandi leiðsluroyndir og antin hava ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur:

* góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl

* vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv

* áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir

* góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum og góðan KT-førleika

 Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Eysturskúlanum. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er flokkað í lønarflokkinum 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin kr. 41.229,71 umframt 17% í eftirløn. Starvið verður sett frá 1. apríl 2019 ella skjótast tilber. Starvið er sáttmálasett starv uttan so, at tann, sum settur verður, er í tænastumannastarvi frammanundan.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Eyðnu Magnussen, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi mikudagin 13. mars 2019. Umsóknin verður stílað til: eydna.magnussen@skulin.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðnu Magnussen, skúlastjóra tlf. 214755