Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

03/01/2019

Starv sum reingerðarfólk í Eysturskúlanum

Tórshavnar Kommuna søkir eftir reingerðarfólki at vaska í Eysturskúlanum fyri starvsfólk í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað at seta skjótast gjørligt til 31. mai 2019.

 

Starvið umfatar dagliga reingerð av skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið.

 

Vit sóknast eftir reingerðarfólki við áræði, framfýsni og dirvi at náa settum málum. Tað er ein fyrimunur at vera opin og duga at samstarva við børn og ung.

 

Arbeiðstíðin er 7 tímar um dagin, ímillum 7 á morgni til 18 á kvøldi, tilsamans 35 tímar um vikuna.

Vaskað verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla.

 

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

 

Umsóknir skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. januar kl. 12.00 og verða sendar til:

Tórshavnar Kommunu

Snarskivan

100 Tórshavn

Ella í teldubrævi til torshavn@torshavn.fo

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Signild Festirstein á tlf. 229122