Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

18/12/2018

Fráfaringarløta fyri Eyðdis

Mánadagin var ein hugnalig fráfaringarløta í Eysturskúlanum. Eyðdis fer í annað starv í Mentamálaráðnum tann 1.januar, aftaná at hava verið skúlastjóri í 20 ár. 

Vit borðreiddu við brellbitum og rís a´la mandle frá Oddvør, og fleiri røður vóru hildnar. Eisini vóru umboð frá Tórshavnar Kommunu við, við borgarstjóranum á odda. Bjarni Djurholm helt fyrstu røðuna, síðani kom Annika Olsen, sum helt røðu og gav Eyðdis eina gávu, Evald Rasmussen umboðaði lærararnar, Eyðdis hugleiddi um broytingarnar tey 20 árini, sum stjóri, og Eyðna Magnussen helt seinastu røðuna, og handaði Eyðdis eina gávu frá skúlanum. 

Myndir eru her:

http://www.eysturskulin.fo/?p=313