Tíðindi úr eysturskúlanum

Rennidagurin

12/10/2018

Vanlig skúlagongd var frá 8-9.30, men grund-og miðdeildin hevði skipað fyri undirvísing uttandura á Eysturvølli. Har vóru ymiskar kappingar og so kundu tey eisini taka felagsmyndir. Áðrenn renningina, var fríkorter. 

Rennidagurin byrjaði við upphiting í skúlagarðinum, og renningin byrjaði við Tórgarðsgøtu, har rennast skuldi oman eftir. Síðani skuldi rennast yviri við Strond, niðan eftir Hoyvíksvegnum, Óðinshædd, Breiðablik og yvir móti skúlanum. Hvørt umfar var 3 km. Í ár var renningin skipað sum kapping, har flokkurin, sum rann flestar kilometrar pr. næming, vann. 

Nógv var gjørt burturúr. Lærarar runnu við ballónum, sum ferðhaldarar, júst sum til rennikappingar, og næmingarnir løgdu nógv fyri og runnu fleiri umfør. At byrja við, var veðrið gott, men so fór at regna. Men tað gjørdi ikki mun, tí tey runnu líka til kl. 12, tá renningin endaði. 

Endin var, at næmingarnir runnu 2377 kilometrar tilsamans. Og nakrar afturat, tí fleiri lærarar runnu eisini við. Teir, sum runnu longst, runnu 18 km.

Kl 12.30 vóru vinnararnir avdúkaðir í skúlahøllini. Í grunddeildini vann 2. flokkur, í miðdeildini vann 5. a og í hádeildini vann 7.a. Flokkarnir fingu ein túr í bowlinghøllina og eitt ferðasteyp, sum skal standa í flokkinum til næstu skúlarenning.

Myndir, tiknar við fartelefon eru her:

http://www.eysturskulin.fo/?p=313

Og við fototólið her:

http://www.eysturskulin.fo/?p=313&_sp=albumcollections_albums&AlbumId=329&l=fo

Seinastu tíðindi
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
16/11/2023
Jóla­royndir­nar Nám X
Jólaroyndirnar hjá Nám X byrja týsdagin 21.november. Royndirnar eru í skúlahøllini og í E-lonini og næmingarnir møta minst 15 min…
15/11/2023
Vit søkja eftir lærara
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv, frá 27. november til og við 21. juni 2024. Talan er um starvsbrøk uml. 0,8…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024