Tíðindi úr eysturskúlanum

Rennidagurin fríggjadagin

11/10/2018

Rennidagurin í ár, er eins og undanfarin ár, fríggjadagin áðrenn heystfrítíðina. Hesa ferð verður nógv gjørt burturúr, og lærarar hava ordiliga spent seg út og fyrireika ein spennandi rennidag. 

 

Vit byrja við upphiting í skúlagarðinum kl. 10.00. Rennirutan byrjar við Tórgarðsgøtu, har ein klokka kemur at standa og vísa tíðina. Lærarar fara at renna við ymsari ferð og fyri at gera tað ordiliga professionelt, renna tey við ballónum, har tíðin stendur á. Tónleikur verður eisini við skúlan. Í ár verður renningin skipað, sum ein kapping, har hvør flokkur kann samla kilometrar.  Vinnandi flokkarnir vinna ein bovlingtúr og fáa eitt ferðasteyp at stilla í stovuna.

Umráðandi er, at verða í góðum skóm og løttum klæðum.

Skráin er her:

Øll møta sum vanligt og morgunsangur verður. 

Innskúling og miðdeild:

* 08:00 – 09:30: Ymiskir postar á Eysturvølli og floksmyndir verða tiknar.

* 09:30 – 10:00: Fríkorter.

* 10:00: Upphiting í Stóragarði.

* 10:15: Skúlarenningin byrjar við klokkuna, sum stendur við Tórgarðsgøtu. 

Hádeild og Námx:

* 08:00 – 09:30: Lærarar, sum hava flokkin/breytina, gera av, hvat flokkurin ger.

Ynskiligt hevði verið at tikið eina floksmynd.

* 10:00: Upphiting í Stóragarði.

* 10:15: Skúlarenningin byrjar við klokkuna, sum stendur við Tórgarðsgøtu. 

Kl. 12.00 – 12.30 verður sunkist og skreytbløð at fáa í skúlahøllini. 

Kl.12.30 samlast øll í skúlahøllini og vinnararnir í teimum trimum deildunum verða kosnir. Tá vinnararnir eru kosnir er dagurin liðugur og næmingarnir hava frí.

Vit gleða okkum til ein góðan dag, áðrenn øll fara í heystfrí.

Seinastu tíðindi
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
16/11/2023
Jóla­royndir­nar Nám X
Jólaroyndirnar hjá Nám X byrja týsdagin 21.november. Royndirnar eru í skúlahøllini og í E-lonini og næmingarnir møta minst 15 min…
15/11/2023
Vit søkja eftir lærara
Eysturskúlin søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv, frá 27. november til og við 21. juni 2024. Talan er um starvsbrøk uml. 0,8…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024