Tíðindi úr eysturskúlanum

Verið varin í ferðsluni

19/09/2018

VERIÐ VARIN Í FERÐSLUNI 

Góðu foreldur hjá næmingum í Eysturskúlanum

Myrka tíðin nærkast, børnini eru farin aftur í skúla, og vit vilja fegin tryggja okkum, at børnini koma trygg í skúlan.

Eysturskúlin er stórur skúli, og børnini koma inn í skúlan úr Tórgarðsgøtu, Skúlagøtu og Dj. í Geilgøtu. Skúlin er staðsettur har eingin tá í tíðini hevði ímyndað sær, at ein ella fleiri bilar fóru at hoyra til hvørt hús.

Tí er alneyðugt, at vit hugsa um hvør annan í ferðsluni. 

Áheitan um umhugsni og varsemi í ferðsluni

Vit heita á øll foreldur um at gera sítt til, at næmingarnir koma trygt og lagaliga í og úr skúla. Fylgið børnunum í skúla til gongu, um tað ber til, ella latið tey ganga ella súkkla, tá tey eru nóg stór og trygg í ferðsluni. Bussar steðga eisini beint uttanfyri skúlan, bæði 3`arin og 2`arin.

Minnist til endurskin!!! 

Nøkur ferðsluráð til av- og áskipan 

Úr Tórgarðsgøtu.

Steðgið í Tórgarðsgøtu – við bussskýlið og setið børnini av. Koyrið ikki inn á p-økið við skúlan. Tað skapar ferðsluruðuleika, og smáu børnini síggjast ikki aftur millum bilarnar á økinum. Eisini er trupult hjá starvsfólkum skúlans at sleppa av við bilarnar og tískil til arbeiðis. 

Úr Skúlagøtu – við lítlagarð

Steðgið í Tórgarðsgøtu – fram við gongubreytini – og setið børnini av. Ansið eftir, at tit ikki steðga ov ovarliga, tí trongligt og vánaligt sýnið er í krossinum, har gonguteigarnir, sum børnini nýta, eru. 

Úr Dj. í Geilgøtu

Setið børnini av á parkeringsøkinum uttan fyri skúlagarðin. Eingin bilur eigur at koyra inn í skúlagarðin.

 

Vinarliga

Leiðsla Eysturskúlans

 

 

Seinastu tíðindi
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
18/12/2023
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp
Innskrivingin til 1.flokk er latin upp og eiga tit børn, sum skulu byrja í skúla, skúlaárið 2024/25, skulu tit fara inn á leinki,…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…