Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

11/04/2018

Pisa kanningin 2018

Næmingar í 9. flokki í Eysturskúlanum skulu til Pisa kanning mikudagin 18. apríl kl. 8.30 í høllini á Stórheyggi, handan Á. Tað er møtiskylda, og øll mugu møta stundisliga.

Skúlans teldur verða nýttar til kanningina. Næmingurin skal hava við: penn, blýant, viskileður og okkurt at drekka og eta.

Navnaseðlar eru á borðunum í kanningarhølinum, sum vísa, hvar næmingarnir skulu sita. Kanningin tekur uml. 4 tímar og er samanhangandi, t.v.s., at næmingarnir eru í hølinum alla tíðina (tó sleppur næmingur sjálvandi á vesi).

Næmingarnir hava frí, tá kanningin er liðug.

PISA 2018 er í fleiri pørtum. Fyrst er stutt frálæra í skipanini. Síðani kemur sjálv PISA kanningin, ið er í tveimum eindum. Hvør eind varir 60 minuttir. Eftir stuttan steðg kemur seinasti partur av PISA kanningini. Í hesum parti skulu næmingar svara spurningum um bakstøðið hjá sær.

Hetta eru spurningar, ið millum annað kunnu vera um útbúgving hjá foreldrum, arbeiðsvanar í skúlahøpi, trivnað og nýtslu av KT.