Skúlamyndir - gjalding
Tann 19.og 20.mars var myndamaður í skúlanum og tók einstaklinga og floksmyndir av øllum næmingunum. Nú nærkast dagurin, har myndirnar skulu latast næmingunum, og enn ber til at gjalda, antin fyri floksmyndina ella fyri eitt sett við floksmyndini og einstaklingamyndum.
Skrivstovan umsitir gjaldingina og flýggjar myndirnar út til næmingarnar, sum hava goldið. Sum nú er, eru fleiri seðlar latnir inn uttan at goldið er, og nakrir næmingar hava latið pengar inn, uttan seðilin.
Gott hevði verið, um hetta kom í rættlag, sum skjótast. Konto nr at gjalda inn á er: 6460-549.388.0 og myndirnar kosta 250,- kr fyri eitt sett og/ella 50,- kr fyri floksmyndina.
Eru spurningar, so ber til at skriva teldupost til: ann.thomsen@skulin.fo ella at ringja 302540