Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

09/04/2018

Vit søkja eftir reingerðarfólki

Starv sum reingerðarfólk í Eysturskúlanum 
 
 
Tórshavnar Kommuna søkir eftir reingerðarfólki at vaska í Eysturskúlanum fyri starvsfólk í farloyvi. Starvið er tíðaravmarkað frá 1. juni 2018 til 31. mai 2019 
 
Starvið umfatar dagliga reingerð av skúlanum, umframt høvuðsreingerð eina ferð um árið. 
 
Vit sóknast eftir reingerðarfólki við áræði, framfýsni og dirvi at náa settum málum. Tað er ein fyrimunur at vera opin og duga at samstarva við børn og ung. 
 
Arbeiðstíðin er 7 tímar um dagin, ímillum 7 á morgni til 18 á kvøldi, tilsamans 35 tímar um vikuna. 
Vaskað verður í størstan mun, meðan næmingarnir eru í skúla. 
 
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Havnar Arbeiðskvinnufelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. 
 
Umsóknir skulu verða Tórshavnar Kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. apríl kl. 12.00 og verða sendar til: 
Tórshavnar Kommunu 
Snarskivan 
100 Tórshavn 
Ella í teldubrævi til torshavn@torshavn.fo  
Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Kjartu Jacobsen á tlf. 520920