Tíðindi úr eysturskúlanum

Innskriving í 1.flokk

08/01/2018

Undanfarin ár, hevur innskrivingin til 1.flokk og frítíðarskúla verið í hølunum hjá Tórshavnar Kommunu. Men tíðirnar broytast og í ár er innskrivingin bara talgild. Umsóknarblaðið er niðanfyri:

http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1586

Eitt sindur um skipanina í grunddeildini og miðdeildini í Eysturskúlanum 

Grunddeildin í Eysturskúlanum – t.v.s. 1., 2., og 3. flokkur - er skipað soleiðis, at næmingarnir ikki verða býttir í flokkar.

Næmingatalið í 1. og 2. flokki er avgerandi fyri, hvussu nógvir lærarar undirvísa samstundis í sama flokki. Er næmingatalið 18, hevur flokkurin tveir lærarar 5 tímar um vikuna, restina av tíðini hevur flokkurin ein lærara. Talið av tímum við tveimum lærarum inni veksur í mun til næmingatalið. Er næmingatalið 26, sum er hámarkið fyri ein flokk, hevur 1. flokkur tveir lærarar 18 tímar um vikuna og ein lærara 6 tímar um vikuna.

Er talið millum 18 og 26 eru altso tveir lærarar samstundis ein part av tímunum.

Í grunddeildini í Eysturskúlanum skipa vit tað soleiðis, at sjálvt um næmingatalið fer upp um 26, eru allir næmingarnir í einum stórum bólki, tey verða ikki býtt upp í tveir flokkar. Í hesum flokkum eru altíð tveir lærarar í flokkinum. Eru næmingarnir 36 ella fleiri, hava tríggir lærarar flokkin samstundis nakrar tímar um vikuna, í mun til, hvussu høgt næmingatalið er.

Er næmingatalið í 3. flokki hægri enn 26, hava altíð 2 lærarar flokkin samstundis.

Endamálið við hesi skipan er, at umstøðurnar fyri næmingalagaðari undirvísing er betri, enn tá bert ein lærari er. Til ber at flokka næmingarnar í ymiskar bólkar, alt eftir førleikum í ávísum lærugreinum.

Tá næmingarnir koma upp í miðdeildina, t.v.s. 4. flokk, býta vit tey upp í tveir flokkar. Grundgevingin fyri, at tey nú verða býtt sundur, er, at tey fáa alsamt fleiri lærugreinir, samstundis sum næmingarnir nú eru størri og fylla meira, soleiðis at trupult er at hava tey í einum stórum hópi.

Meðan grunddeildin er skipað soleiðis, at flokkurin er stórur við møguleika at býta upp í ymiskar bólkar, so er miðdeildin skipað við tveimum flokkum, sum hava møguleika at lata hurðar upp og samstarva.

Freistin at søkja er tann 19.januar 2018. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum, antin við at ringja ella senda teldupost. Tlf nr er 302540 og teldupost adr er: eys@skulin.fo ella til skrivaran ann.thomsen@skulin.fo

Myndir úr 1.flokki hetta skúlaárið eru her:

http://www.eysturskulin.fo/?p=275 

 

 Vælkomin í 1.flokk í Eysturskúlanum

 

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…