Tíðindi úr eysturskúlanum

Meginreglur Eysturskúlans til hoyringar

23/10/2017

Góðu foreldur og avvarðandi

Niðanfyri eru meginreglur Eysturskúlans. Tær eru lagdar út til hoyringar og tit eru vælkomin at gera viðmerkingar. Vinarliga sendið viðmerkingarnar til eys@skulin.fo

Freistin at senda viðmerkingarnar, er mánadagin 20.november 2017.

 

Meginreglur um virksemi Eysturskúlans 
 

Meginreglur um
virksemi
Eysturskúlans

Sambært § 53. ásetur skúlastýrið meginreglur um virksemi skúlans, smb. § 55, 4. stk., herímillum um: 


1) undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22,
2) arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
3) samarbeiðið ímillum skúla og heim,
4) fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini,
5) næmingafráverur,
6) foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a. 

 

1) Meginreglur fyri undirvísingarætlan skúlans
Mentamálaráðið hevur sett arbeiðsbólk at gera undirvísingarætlan. Henda undirvísingarætlan verður galdandi fyri allar fólkaskúlar. 

 

2) Meginreglur fyri arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
Lærari undirvísir í sínum linjulærugreinum
Flokslærarin er inni í sínum flokki hvønn dag
Sami lærari hevur flokkin 2 teir fyrstu tímarnar á morgni
Skúlin er skipaður í 4 sjálvstøðug toymi: 
        Grunddeild (1., 2. og 3. flokkur)
        Miðdeild (4., 5. og 6. flokkur)
        Hádeild (7., 8. og 9. flokkur)      
        Nám X

Lærari arbeiðir burturav í einari deild
Toymini eru samansett soleiðis, at bæði kynini eru umboðað, samstundis sum aldurin og starvsaldurin er ymiskur
Skúladagurin byrjar við morgunsangi kl. 8.00
Allir flokkar byrja kl. 8.00
Flokkar hava samanhangandi tímatalvu soleiðis, at allur flokkurin ikki hevur frí mitt á degi
Skipað verður fyri undirvísingartilgongdum, har samstarvað verður tvørturum flokkar og lærugreinir
Allir flokkar skulu arbeiða verkætlanarkent minst einaferð um árið
Í Eysturskúlanum leggja vit dent á at arbeiða við íverksetan í tann mun tímajáttanin loyvir tí


Skipan av skúladegnum:
        1. + 2. tími 08.00 – 09.30
        Fríkorter 09.30 – 10.00
        3. + 4. tími 10.00 – 11.30
        Matarsteðgur + fríkorter 11.30 – 12.00
        5. tími 12.00 – 12.45
        Fríkorter 12.45 – 12.55
        6. tími 12.55 – 13.40
        Fríkorter 13.40 – 13.50
        7. tími 13.50 – 14.35
        Fríkorter 14.35 – 14.40
        8. tími 14.40 – 15.25 

3) Meginreglur fyri samarbeiðið ímillum skúla og heim
1 felagsforeldrafundur í deildunum, sum skal verða áðrenn 20. september
2 viðtalur, har foreldur og næmingar møta til viðtalu
Allir næmingar eru til næmingasamrøðu einaferð um árið
Ongantíð fleiri enn tríggir lærarar til hvørja viðtalu
Skúlin orðar innihaldið og endamálið við viðtalunum
Árskalendarin verður latin heimunum við skúlaársbyrjan
3 foreldraumboð vald fyri hvønn flokk
Lærarar samskifta við heimini umvegis heimasíðuna ella og við teldupost
Skúlastýrið skipar fyri 1 felagsforeldrafundi
Skúlastýrið er við á felagsfundi um samstarv við foreldur at næmingum í nýggjum flokkum. 

4) Meginreglur fyri fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini
Á 2 viðtalum, har lærarar kunna um fakliga støði og arbeiðslag
Flokslærarin kunnar um, hvussu næmingurin klárar seg sosialt
Ummælisbók frá 7. flokki, 3 ferðir um árið
4. og 6. flokkur eru til landsroynd. Heimini verða kunnað um úrslitið hjá teirra næmingi.
Lærarar skipa fyri, at næmingar seta sær faklig og/ella sosial mál við skúlaársbyrjan. Hesi verða umrødd á foreldra- næmingaviðtalum
Næmingar í mið- og hádeild, sum fáa tilboð um serligt undirvísingarátak, hava skrivliga váttan við heimanífrá.  

5) Meginreglur fyri næmingafráverur
·         Í 1. til og við 6. flokki verður uppmøting skrásett hvønn morgun

·         Í hádeildini verður uppmøting skrásett hvønn tíma

·         Næmingur, sum kemur ov seint verður skrásettur

·         Næmingur, sum ikki er til morgunsang, verður skrásettur ov seinur

·         Til foreldraviðtalurnar tosar flokslærarin um uppmøting

·         Er næmingur burtur, skal skrivlig fráboðan avleverast   

6) Meginreglur fyri foreldrafundir, felagstiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a
·         Fyrsti foreldrafundur í skúlaárinum er ein felagsfundur, sum skal verða áðrenn 20. september

·         Hvørt skúlaár eru 2 viðtalur, har foreldur og næmingar møta til viðtalu

·         Skúlin skipar fyri rennidegi í oktober

·         Skúlin skipar fyri jólahaldi

·         Skúlin skipar fyri føstulávintshaldi

·         Skúlin rindar í minsta lagi fyri eitt árligt mentunarligt tiltak pr. flokk

·         5. og 8. flokkur skulu á seturskúla

·         2 lærarar fara við flokki á seturskúla, helst ein av hvørjum kyni

·         Næmingar í 9.flokki fara í starvsvenjing í 14 dagar í fyrru skúlaárshálvu

 

 

 

Seinastu tíðindi
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
17/03/2024
Skúla­leikir
Næmingar og lærarar í okkara 4. og 5.flokkum hava verið til Skúlaleikir. Hetta stendur á Facebooksíðuni: "Skúlaleikir er eitt sk…
19/02/2024
Vit søkja eftir lærara í Eystur­skúlanum
At seta 4.mars 2024 fram til summarferiuna, 18.juni 2024
11/02/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum. Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…
05/02/2024
Ársins ungdómsting
Næmingar úr Nám X hava í dag umboðað okkum í ársins ungdómstingi. Fyrsta viðgerð av ymiskum málum hevur verið fyrrapartin, og ung…
30/01/2024
Skúla­gongdin í morgin er avlýst!
Góðu foreldur/dear parents (english below) Sløkkiliðsstjórin í Tórshavn hevur við støði í samskifti við Veðurstovuna mælt til, a…
25/01/2024
8. ei og n vitja SEV
Í dag hava 8.n og 8.ei verið og vitja SEV á Húsareynið. Fyrst var ein fyrilestur um grønu leiðina hjá SEV, har málið er at vera 1…
23/01/2024
Nám X - tilmeldingin
Tilmeldingin til Nám X skúlaárið 2024/25 letur upp fyrst í februar.  Kunning um Nám X verður í avvarðandi skúlum í februar. Nær…
24/12/2023
Gleðilig jól
Jólahaldið í Eysturskúlanum var seinasta skúladag undan jólum. Vit dansaðu um jólatræið í skúlahøllini, Johann las eina jólasøgu o…
22/04/2024
Ítróttarbreytin vitjar Ítróttarskúlan í Vági
Ein av føstu vitjanum, ítróttarbreytin plagar at gera í skúlaárinum, er ein túr suður at vitja Ítróttarskúlan í Vági. Tey sleppa…
15/04/2024
Lands­royndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.  Á leinkinum er kunning um landsroyndina:  https://eysturskulin.fo/kunning h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini. Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru. Mynd…