Tíðindi úr Eysturskúlanum

Eftir Ann Thomsen

16/08/2017

Skúlamjólk og matpakkin.fo

Sum undanfarin ár, ber til hjá næmingunum at keypa skúlamjólk til matarsteðgin. Lærararnir hava tekningarblaðið til mjólkina og oyðubløðini liggja eisini á heimasíðuni, undir kunning. Upphæddin fyri mjólkina skal flytast á konto hjá skúlanum. Skipanin fer í gongd, tá nóg nógv hava teknað seg.

Á heimasíðuni er eisini leinki til matpakkin.fo, um rugbreyðsmatpakkin onkuntíð skal skiftast út við okkurt annað. Matpakkarnir koma á skrivstovuna hvønn dag áðrenn matarsteðgin og næmingarnir heinta sjálvir matin.