Køkukapping 1.virðisløn
20/03/2017
Týsdagin, 20.mars, var ein øðrvísi kapping í skúlahøllini í Eysturskúlanum.
Næmingar á íverksetarabreytini skipaðu fyri kappingini. Luttakararnir møttu í høllini kl. 10, har borð vóru sett upp til allar bólkarnar. Í hvørjum bólki vóru 3 næmingar. Bólkarnir fingu lagkøkubotnar og róma og høvdu so ein tíma, har tey skuldu keypa restina av tilfarinum til køkurnar.
Kl. 12 skuldu køkurnar verða lidnar og tað var júst sum í "Bagedysten", tí tá liðugt var at telja niður, skuldu tey gevast og flyta seg burtur frá borðunum.
Dómarar, sum vóru lærarar, sum dáma væl køkur, gingu runt og hugdu og royndarsmakkaðu køkurnar og endin var, at Kostbreytin vann 1. virðirsløn. Aðru virðisløn fingu tey á Sjóvinnubreytini.
Fleiri myndir eru í myndasavninum.
Seinastu tíðindi
15/04/2024
Landsroyndir í 4. og 6.flokki
Landsroyndirnar byrja í morgin, týsdagin 16.apríl.
Á leinkinum er kunning um landsroyndina:
https://eysturskulin.fo/kunning
h…
05/04/2024
Køkukapping á Kostbreytini
Í dag hevur veriđ kakukapping á kost- og heilsubreytini.
Stuttligt at síggja hvussu arbeiđssom, skapandi og spent tey vóru.
Mynd…
17/03/2024
Føstulávintsmánadagur
Føstulávintsmánadag møta næmingarnir, sum vanligt, kl. 8.00 ella harum.
Eingin morgunsangur verður henda morgunin, og næmingar og…