Jólahald fyri næmingarnar úr 1.flokki til Nám X !
Fríggjakvøldið 16.desember kl. 17.00 er jólahald fyri næmingum, foreldrum og avvarðandi, í 1. og 5.flokkunum. 5. flokkarnir spæla sjónleik og 1.flokkur syngur.
Mánamorgunin 19. desember verður farið í Havnar Kirkju kl. 9.00. Allir næmingar frá 1.flokki til Nám X møta kl. 8.00 og vit fylgjast oman í kirkjuna. Lærararnir fylgja 1. og 2. flokki niðan aftur í skúlan og frítíðarskúlin heintar næmingarnar. Hinir næmingarnir hava frí.
Týsmorgunin kl. 9.00 er jólahald fyri næmingunum í 1.- 9.flokk. Dansað verður um jólatræið, og so verður farið í skúlahøllina til sjónleik og sang. Síðani fáa øll jólapakkar í flokshølunum.
Næmingarnir í Nám X møta til jólahald týsmorgunin kl. 10.45. Kl. 11.00 framføra næmingarnir á tónleikabreytini nøkur løg og síðani fáa allir næmingarnir jólametini og jólapakkar.
Skúlin fer í jólafrí og vit møtast aftur mikudagin 4.januar 2017.