6. flokkur

Á floti við Westward Ho

Fríggjamorgun 24. aug, var 6. flokkur ein fiskitúr við Westward Ho. Vit høvdu ein sera góðan og minniligan túr! Hetta var liður í árligu fiskikappingini, sum er millum 6. flokkarnar í Tórshavnar kommunu. Verðið var sera gott! :)
Umframt at fiska fingu næmingarnir eisini frágreiðingar um trygd, skipið, slupptíðina og ymiskt um fisk, sum t.d. gøgnini.
Ida fekk tann størsta fiskin - ein toskur á 4 kg! Tórarin fekk eina sera langa longu! Manningin umborð á Westward Ho var sera bergtikin av Jóhannu, hon var so dugnaliga at blóðga og kryvja, at hon endaði við at læra øll hini umboð :)
Tilsamans fingu tey 39 fiskar - 1 longu, 7 hýsur og 31 toskar (og 1 havhest). Tað var ikki nokk til at vinna kappingina, men nokk til at tey flestu av tykkum hava fingið flak til náttúra í kvøld :)

5. flokkur á seturskúla í Oyndarfirði :) 

Hagvík

Hesa vikuna hava vit verið í Hagvík og vitja. Hagvík er ein LEGO-bygd sum Hagstovan hevur gjørt.

Hugnakvøld

Fastalávint

Vísindavøka

Vinnararnir av íverksetan 2017 ! 

Benjamin, Anita, Birita & Finnur 

Barnaútvarpi vitjar 5. fl í samband við Ársins Vitanarfróðu!

Nú hevur Jonna frá barnaútvarpinum verið og tosa við næmingarnar í 5. flokki. Tað gekk sera væl, og Jonna var púra ovfarin yvir, hvussu væl tit øll dugdu at greiða frá, um tykkara arbeiði, í samband við Vísindavøkuna. Hon lovaði at boða okkum frá, nær tit vera at hoyra í barnaútvarpinum. Vit bíða spent :)

Ruddingardagur á Eysturskúlanum

4. flokkur

4. flokkur

Pangea-kappingin 2016




Jólaverkstøð :)