Mál- og mentanarbreyt

Dámar tær kreativar og øðrvísi avbjóðingar í føroyskum og donskum máli? Dámar tær at taka ábyrgd og at vera við til at menna tín málførleika á ein øðrvísi hátt?

Endamál:

  • at víðka málsliga medvitið, førleika og sjónarringin hjá næmingum
  • at víðka um og gera málið hjá næminginuma fjølbroyttari í talu og skrift
  • at menna kjakmentanina, læra teir at kritisera, argumentera og perspektivera
  • at læra at miðla- og nýta tøknfrøðiligu møguleikarnar í samskifti við onnur

Á breytini arbeiða vit við:

  • føroyskum, donskum og norðurlendskum málum - bókmentum og mentan
  • bløðum, lýsingum, heimasíðum - filmum/miðlum, myndum og drama (leiki)

Ymiskar vitjanir á mentanarstovnar og søvn

Nøkur vitjanarstøð:

  • Kringvarpið og miðlar
  • Søvn landsins

Tilfar

Undirvísingartilfarið á málbreytini verður ein samanseting av:

  • føroyskum og norðurlendskum bókmentum
  • norðurlendskum og føroyskum stórfilmum
  • ymiskum framløgum um ymisk evni, so næmingurin fær innlit í, hvussu ymiskir framløguhættir eru egnaðir til ymisk endamál
  • har Microsoft Office 365 verður nýtt sum samskiftismiðil
  • at læra forritini PREZI og Pover Point til framløgur o.a
  • at læra at leggja tekst, myndir og hugleiðingar inn á heimasíðu og sosialar miðlar

Árið endar við bókmentanarligari ritgerð/verkætlan, har næmingurin hugsavnar seg í einum av omanfyri nevndu evnum.

Verkætlanin er í samsvari við viðkaða fráfaringarstøðið í føroyskum og donskum (10. fl.).