Tøknibreytin

Endamál:

Tøknibreytin er til ung fólk, ið hava hug og dirvi at royna okkurt innan tekniska økið.

Tú ognar tær royndir innan bil-, metal- og elektronkkfakið, ið gera teg betur føran fyri at velja tær lívsleið.

Tú verður brynjað(ur) at taka við teimum avbjóðingum, ið vinnan og samfelagið bjóða tær, og tú verður fyrireikað/ur at fara út í vinnuna og samfelagið.

Í holdunum kunnu í mesta lagi vera 15 næmingar og er minstamarkið 12 næmingar.

Tú kanst velja eina av breytunum, sum tú so hevur alt skúlaárið.

Innihald: