Films- og dramabreyt

Endamál:
At menna hug og førleika hjá næminginum til drama og sjónleik.
At menna evnini hjá næmingunum at samstarva, føra seg fram, venja samspæl millum rødd og rørslu, fata seg sjálvar og onnur, sansa og geva gætur, skapa, framføra og døma um drama og sjónleik sum leiklist.
At næmingar duga at greina og gera film.
At læra grundleggjandi tøkni innan filmsgerð, tað verði seg fyrireiking, upptøkur, klipping og ljóð.


Innihald:
Dramavenjingar
Samanspæl millum rødd og rørslu
Stutt skeið í retorikki
Upptøkutøkni
Ljóð og klipping
Skriva handrit og storyboard
Um høvi býðst, fara vit at hyggja eftir sjónleiki/musical/filmi, ið verður framførdur ella vístur.
Vit fara at vitja støð, ið fáast við film og drama.


Breytin er tískil til tín, ið fegin vilt:
Arbeiða við drama, filmi, myndum og ljóði!

 

Starvsleið:
Henda breytin fer at gera teg betur føran fyri víðari leið innan sjónleik/drama og filmsgerð t.d. á miðnámsstigi ella háskúlastigi.