Søgan

Eysturskúlin varð vígdur í august 1980. Skúlin varð bygdur í tveimum byggistigum. Fyrsta byggistigið, A-bygningurin, sum er ovasti parturin av skúlanum, var liðugur 18. august í 1974. Tá vóru 10 skúlastovur. Eysturskúlin var liðugt bygdur í 1980.

Skúlin er tann størsti í landinum, næstan 6.000 fermetrar. Skúlin er ikki bygdur í fleiri hæddum, men mestsum í einari hædd, og er tí vítt um at fara. Sjálvt um 30 ár eru liðin, síðan fyrsti parturin, var tikin í nýtslu, so eru karmarnir góðir. Møguleiki er at innrætta, soleiðis at vit fáa undirvíst sambært fólkaskúlalógini, sum kom í 1997.

Skúlin hevur eisini svimjihyl, og hann verður nógv brúktur, bæði í og aftaná skúlatíð. Hylurin er, sum vanligir skúlahyljar, 17 metrar langur. Ein vanlig fimleikahøll er í skúlanum, og í 1993 varð skúlahøllin umbygd til ítrótt, serliga flogbólt.

Skúlahøllin varð liðug umvæld í summar, og vit hava fingið játtað, at tá ítróttahøllin í Kollafirði er liðug, verður skúlahøllin í Eysturskúlanum sett í upprunastand við ljósi, palli o.ø. Vit fáa allar teir einastandandi málningarnar, sum skúlin eigur inn aftur, soleiðis at teir koma til sín rætt, til gleði fyri næmingar, foreldur, starvsfólk o.ø., sum koma í skúlan.